Lítil ferð á skiftinum til elbilar

Lítil ferð á skiftinum til elbilar
Hvørja ferð, ein nýggjur elbilur fer út á føroysku vegirnar at koyra, fara 28 aðrir bensin- og dieselbilar
Tað er framvegis langt ímillum elbilarnar á teimum føroysku vegunum. Bara 29. hvør nýggi persónbilur, sum varð skrásettur í 2019, var eldrivin
 
04.01.2020 - 17:03

Tað verða framvegis ikki seldir nógvir elbilar í Føroyum, tá fólk keypa sær nýggjar persónbilar. Nógv tann størsti parturin av bilum, sum blíva seldir, eru bensin- og dieselbilar.

Akstovan skrásetti í fjør tilsamans 2.214 nýggjar persónbilar, men bara ein heilt lítil brotpartur - 3,4 prosent - vóru eldrivnir bilar. Tað vísa nýggj hagtøl, tá árið 2019 er gjørt upp.

76 nýggir elbilar í 2019

Av teimum tilsamans 2.214 nýggju persónbilunum, sum vórðu skrásettir í fjør, vóru bara 76 nýggir persónbilar, sum vóru eldrivnir.

Hetta svarar til, at fyri hvørjar 29 nýggjar persónbilar, sum vórðu skrásettir í Føroyum í 2019, var bara ein eldrivin persónbilur. Restin var bensin- og dieselbilar.

Bilasølan í Føroyum er trífaldað eftir bara tíggju árum. Í 2009 vórðu 697 nýggir bilar skrásettir í Føroyum, sambært hagtalsgrunninum hjá Akstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878