Sama felag, sum kúgar muslimar

Sama felag, sum kúgar muslimar
Carla Sands, amerikonsk sendikvinna í Danmark, heitir enn einaferð á føroyingar um at steðga samstarvið við kinesiska KT-risan Huawei
 
01.12.2019 - 10:48

Amerikanska sendikvinnan í Danmark heitir á føroysku telefeløgini um heldur at velja amerikonsk ella evropeisk feløg til 5G netið, fyri at varðveita tamarhaldið á undirstøðukervinum.

Carla Sands sigur í grein í Sosialinum, at tað er sama felag, sum stendur aftanfyri tøknina, sum Kina brúkar í Xinjang-landspartinum at kúga muslimar, og sum verður brúkt av øðrum einaræðisstýrinum í Iran, Venesuela og Norðurkorea.

 >> SÍ EISINI Fartelefonin krevur skanningar av andlitinum

Sannleikin er, at kinesiski tøkniútflutningurin er beinleiðis vandamikil fyri keyparan. Tá lond bjóða út sítt viðkvæma undirstøðukervi til Huawei, ZTE og onnur kinesisk fløg, so góðtaka tey at arbeiða undir kinesiskum kommunista treytum, sigur amerikanska sendikvinnan Carla Sands í Sosialinum.

– Tey, sum ikki góðtaka hesi krøv, og sum til dømis stuðla mannarættindakravgongum í Hong Kong, ella blaðstjórar, sum avdúka korruptión og mutur í fólkalýðveldinum Kina, eru veruliga í vanda, og kunnu vænta sær revsing og verða hótt búskaparliga, sigur hon.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, segði við Kringvarpið fríggjadagin, at landsstýrið fylgir neyvt við gongdini í málinum um Huawei, men at tey halda seg til tilmælini frá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, og enn hava tey ikki mett, at Huawei setir Føroyar í vanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878