- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Vit hava ikki drýggjað málið um Enniberg
- Eg kenni meg ikki aftur í hasum uppáhaldinum, sigur Eyðfinnur Jacobsen, advokatur hjá Fiskimálaráðnum.
Christian Andreasen, advokatur, segði í Breddanum hósdagin, at hann hevði ynskt, at málið langt síðani var avgreitt, men at Fiskimálaráðið hevur drýggjað málið. Reiðaríið Enniberg stevndi landsstýrið í desember 2017, beint áðrenn løgtingið fór undir 3. viðgerð av lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi.
Advokaturin hjá Fiskimálaráðnum heldur hinvegin, at tað er Fiskimálaráðið, ið hevur bíðað eftir mótpartinum.
-Er tað nakar, sum hevur bíðað, so er tað Fiskimálaráðið, sigur Eyfinnur Jacobsen og vísir á, at Fiskimálaráðið hevur svarað stevningini og replikkini frá mótpartinum, og harumframt hevur ráðið bíðað eftir samanumtakandi rættarmálsritinum síðani einaferð í summar. Hesum rættarmálsriti er mótparturin ongantíð komin við, og nú hevur mótparturin so biðið um at fáa málið útsett, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Hósdagin skuldi fyrireikandi rættarfundur vera í Føroya Rætti. Men tá bað advokaturin hjá reiðarínum, Christian Andreasen, Føroya Rætt um at útseta málið til eftir nýggjár.
Samgongan, sum tók við eftir løgtingsvalið 31. august í ár, ynskir at gera munandi broytingar í lógini um sjófeingi - og sambært Christiani Andreasen hevur tað somikið stóran týdning fyri stevningina, at rættarmálið má útsetast til lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard er avgreitt í løgtinginum.
Ta metingina tekur advokaturin hjá Fiskimálaráðnum, Eyðfinnur Jacobsen, undir við.
-Tað prinsipiella í stevningini snýr seg um úrslitið av nýggju fiskivinnulóggávuni, ið kemur eftir at veiðiloyvini vórðu uppsøgd. Tí kann vera skilagott at útseta málið - ikki minst, tá tann, sum stevnir, ynskir tað, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Hann er samdur við metingini hjá Christiani Andreasen um, at málið kann avgreiðast fyrra hálvár 2020.
Fiskimálaráðið krevur frídøming í øllum ákærum í stevningini frá reiðarínum Enniberg.
Málið um stevningina varð viðgjørt á Breddanum hósdagin. Til ber at hoyra sendingina her.