Útflutningurin upp um níggju milliardir

Útflutningurin upp um níggju milliardir
Fyri fyrstu ferð er føroyski útflutningurin farin upp um níggju milliardir krónur í eitt ár. Tað hendi frá 1. oktober í fjør til 30. september í ár
Munurin millum innflutning og útflutning er farin upp um milliardina aftur
 
22.11.2019 - 08:28

Hetta árið vaks útflutningurin eina milliard krónur. Útflutningurin av toski vaks 300 milliónir krónur, og makrelurin vaks 350 milliónir krónur.

Laksurin er framvegis størsta útflutningsvøran. Laksurin er næstan helvtin av útflutninginum, hann er 45 prosent, men nøgdin vaks meira enn virðið, nøgdin vaks 23 prosent og virðið vaks 17 prosent.

Innflutningurin hetta árið var eina milliard minni enn útflutningurin. Hann vaks hálva milliard krónur, helvtina minni enn útflutningurin.

Munurin millum innflutning og útflutning er farin upp um milliardina aftur. Nakað er síðani, at munurin fór niður um milliardina. Hann hevur verið heilt niðri á 300 milliónum krónum í eitt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962