Óvist um málið verður latið løgregluni

Óvist um málið verður latið løgregluni
Vørn hevur enn ikki tikið støðu til, um málið um útblaking umborð á Nærabergi skal latast løgregluni til støðutakan
Enn er óvist, um málið um útblaking umborð á Nærabergi verður latið løgregluni, at taka støðu til. Vørn viðger framvegis duldar upptøkur, sum vórðu gjørdar umborð
 
21.11.2019 - 08:49

Vørn viðger framvegis upptøkurnar frá Nærabergi, sum vísa, at fiskur verður blakaður út. Men stovnurin hevur ikki tikið støðu til, um málið skal latast løgregluni. 

Upptøkurnar av útblaking á Nærabergi, sum Dagur og Vika sendi í síðstu viku, er í hesum døgum til viðgerðar í Vørn, sum er eftirlitsstovnur á økinum. 

 >> SÍ EISINI Duldar upptøkur avdúka útblaking

Tað var mánadagin í seinastu viku, at Kringvarpið vísti Jóhani Simonsen, deildarstjóra hjá Vørn, Eliasi Zachariassen, skipara á Tjaldrinum, og Jani Klein Olsen, løgfrøðingi á Vørn, upptøkurnar av útblaking

Jóhan Simonsen segði í gjár við Kringvarpið, at Vørn nú viðger, hvussu tey skulu brúka hesar upptøkurnar. Spurningurin er, um málið skal latast løgregluni.

 >> SÍ EISINI Kann vera álvarsligt fyri Føroyar

Í øllum førum verða upptøkurnar brúktar til innanhýsis váðametingar hjá Vørn, sigur Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn, við Kringvarpið.

Tað er ikki loyvt at blaka fisk fyri borð, sambært lógini um sjófeingi. Næraberg skal í rættin fyri eitt mál um útblaking frá 2018, og tað málið kemur fyri í næstum. 

Næraberg liggur í Niðurlondum nú og loysir ikki aftur í ár. Orsøkin er, sambærti Hanusi Hansen, reiðara, at kvotan hjá Nærabergi er uppbrúkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962