- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagnan hjá málninginum útsett til desember
Lagnan hjá málninginum útsett til desember
Avgerðin, um møguligt fútabann skal setast fyri at skera í málningin hjá Tal R, fellur ikki fyrr enn í fyrsta lagi 2. desember

21.11.2019 - 15:21
Teir báðir, Dan Torleifsson og Arne Leivsgarð, møttu fyrrapartin í Eystara Landsrætti, sum skuldi taka støðu til málið.
Advokaturin hjá danska listarmanninum Tal R vil hava sett fútabann móti, at báðir føroyingarnir sleppa at skera í málningin, sum teir hava keypt fyri 600.000 krónur í London at brúka til urskivur.
Viðgerðin í Eystara Landsrætti vardi frá klokkan 9.15 í morgun til klokkan 14.15 seinnapartin - uttan úrslit, tí dómarin skal hava umhugsunartíð, áðrenn hann kemur við einum úrskurði.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV