Semingsuppskot lagt fyri partarnar

Semingsuppskot lagt fyri partarnar
Fakfelagið hjá flogternunum og Arbeiðsgevarafelagið skulu nú taka støðu til eitt semingsuppskot
 
15.11.2019 - 07:38

Súlan, sum er fakfelagið hjá flogternunum, ið starvast hjá Atlantsflogi, og Føroya Arbeiðsgevarafelag, skulu nú taka støðu til eitt semingsuppskot, sum semingsstovnurin legði fram í gjárkvøldið.

Partarnir hava fingið freist til 25. november at taka støðu til semingsuppskotið. Semingsstovnurin hevur verið uppi í samráðingunum millum Súluna og Arbeiðsgevarafelagið í fleiri umførum.

Í hesum umfari hava semingsmenninir roynt semju síðani mánadagin, og í gjárkvøldið varð eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962