- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útróðrarbátarnir mugu gevast at fiska
Útróðrarbátarnir mugu gevast at fiska
Eingir fiskidagar eru eftir í bólki 5B. Bátarnir mugu gevast at fiska á midnátt

13.11.2019 - 14:46
Útróðrarbátarnir í bólki 5B skulu gevast at fiska í seinasta lagi á midnátt í kvøld. Tað boðar Vørn frá. Í gjárkvøldið vóru bara 21 fiskidagar eftir, stendur í fráboðan frá Vørn.
Bólkur 5B hevði 5.702 fiskidagar í ár, og teir eru allir brúktir, tí fiskiskapurin hevur verið og er framvegis góður.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, segði fyrr í vikuni, at ætlanin er at broyta kunngerðina, so dagar verða fluttir frá útróðrarbátunum í bólki 5A til bátarnar í bólki 5B.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV