Bíðirøð á Skála

Bíðirøð á Skála
Fleiri skip bíða eftir at sleppa á beding á Skála. Orsøkin er, at Polarhav hevur staðið rimmarfastur á vogninum á bedingini
Fleiri skip bíða at sleppa framat bedingini hjá MEST á Skála.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.11.2019 - 13:33

Í fjúrtan dagar hevur ísfiskatrolin Polarhav staðið rimmarfastur á vogninum á bedingini hjá Mest á Skála, tí vognurin er farin av skinnarunum. 

Tað hevur millum annað við sær, at árliga eftirlitið av Rituni verður útsett í eina viku.

Vognurin fór av skinnarunum
Fyrr hava verið trupulleikar við bedingini á Skála, sum var umvæld fyri eini tíggju árum síðan. 

Og hesaferð rakti tað Polarhav, sum skuldi takast upp fyri tveimum vikum síðan. 

Brádliga fór vognurin av skinnarunum, so skipið hvørki fekst oman ella niðan. 

Polarhav skal lyftast av vogninum
Mouritz Mohr, stjóri í Mest, sigur, at teir hava gjørt fleiri royndir at fáa vognin á skinnararnar aftur, og at teir í hesi vikuni fara undir at lyfta Polarhav av vogninum.

Fleiri skip bíða at sleppa framat á Skála. Tey skulu bæði takast upp og flotast í hesi vikuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962