Hoyringarfreistin ov stutt

Hoyringarfreistin ov stutt
Lógaruppskotið hjá samgonguni um at broyta fiskivinnulóggávuna hevur bara verið til hoyringar í fýra yrkadagar, frá 12. til 18. oktober
 
06.11.2019 - 14:27

Tað hevur fingið fleiri av hoyringarpørtunum at vísa á sína ónøgd við stuttu hoyringarfreistina, at lógaruppskotið um at broyta fiskivinnulógina var so stutt til hoyring.

Vørn skrivar millum annað, at tað hevur verið ógjørligt, innan fyri ásettu freistina, at viðgera uppskotið á nøktandi hátt. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at felagið bað um longda freist at ummæla rúgvismikla lógaruppskotið, men hetta varð noktað. 

Ikki fingið neyðugu viðgerðina

Felagið fer tí staðiliga at vísa á, at fyri at fáa eitt so gott lógaruppskot sum gjørligt, má neyðuga tíðin verða sett av til viðgerðina, herundir tíð til hoyring, skrivar Arbeiðsgevarafelagið. 

Føroya Reiðarafelag tilskilar sær rættin at senda Vinnunevndini ella Fiskimálaráðnum fleiri viðmerkingar seinni, tí hoyringarfreistin var so stutt, og Fiskivinnuráðið vísir á, at uppskotið ikki hevur fingið viðgerðina, tað hevur uppiborið. 

Umframt Vørn, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Reiðarafelag og Fiskivinnuráðið, hava eisini Felagið Nótaskip, Búskaparráðið og Umhvørvisstovan gjørt viðmerkingar um stuttu hoyringarfreistina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962