- Tíðindi, mentan og ítróttur
BankNordik væntar betri úrslit í ár
BankNordik væntar betri úrslit í ár
Bankin roknar við, at ársúrslitið verður millum 170 og 210 milliónir krónur í avlopi

20.10.2019 - 09:50
BankNordik roknar við, at úrslitið í ár verður betri enn væntað. Tað sigur bankin í eini fráboðan til keypsskálan.
Upprunaliga væntaði BankNordik, at úrslitið í ár fór at verða millum 150 og 200 milliónir krónur í avlopi. Nú sigur bankin, at væntandi verður úrslitið í 2019 millum 170 og 210 milliónir.
Orsøkin er, at inntøkurnar frá ómaksgjøldum og tryggingum hava verið størri enn mett. Bankin hevur eisini afturført avskrivingar sum inntøku, stendur í fráboðanini til keypsskálan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV