- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ fingið gullið um hálsin
Tær hava verið einaráðandi í føroyskum fótbólti, KÍ-kvinnurnar, seinastu mongu árini. 17 ár upp í slag vunnu tær FM, men í fjør og fyrraárið æt føroyameistarin EB/Streymur/Skála.
So er ikki longur. Nú eitur føroyameistarin aftur KÍ. Tað gjørdist greitt fyri tveimum vikum síðani, tá liðið úr Klaksvík í næstsíðsta umfari kom fýra stig framum HB, sum harvið ikki kundi yvirhála KÍ aftur á seinasta leikdegi.
Gullkrónurnar komu um hálsin í Gundadali, har KÍ dystaðist við nýklaktu steypavinnararnar. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Sigrun Sirdal legði KÍ framum eftir bara fimm minuttum, men seks minuttir eftir steðgin javnaði HB, tá Elmi Isaksen stýrdi bóltin í egið net.
Hin dysturin í Betri deildini hjá kvinnum í gjár endaði við 2-1 sigri til EB/Streym/Skála í móti B36.
At vinna meistaraheitið 17 ár upp í slag er heimsmet.