- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýborg farin aftur til Hirtshals
Nýborg farin aftur til Hirtshals
Uppsjóvarskipið Nýborg er selt aftur til Danmarkar, til sama felag, sum tað varð keypt frá í 2017

Nýborg er seld aftur til seljaran í Hirtshals
27.09.2019 - 12:18
Ocean Group Faroes í Vági keypti Junior frá Asbjørn APS í Hirtshals fyri 55 milliónir krónur í august 2017, og gav skipinum navnið Nýborg.
Nú er Nýborg seld Asbjørn A/S í Hirtshals fyri 65 milliónir krónur. Nýborg er bygd í Skagen í 2000.
Skipið kallaðist Junior, tá tað varð keypt til Føroya, men tað hevur eisini itið Gitte Henning.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV