Nú er skrokkurin aftur á veg til Føroya

Nú er skrokkurin aftur á veg til Føroya
Skrokkurin til nýggja havrannsóknarskipið verður seinnapartin í dag við Fair Isle, sum er millum Orknoyggjarnar og Hetland
Skrokkurin er longu málaður, nú hann kemur til Føroya.
 
20.09.2019 - 12:42

Skrokkurin til nýggja havrannsóknarskipið verður seinnapartin í dag við Fair Isle, sum er millum Orknoyggjarnar og Hetland.

Skrokkurin verður, um viðrar, í Nólsoyarfirði fyrrapartin sunnudagin. Hann verður sleipaður á Skála.

Ein danskur sleipibátur togar skrokkin til Føroya úr Litava, har hann er bygdur.

Sleipingin byrjaði fyri tíggju døgum síðani.

Andøvdi í nakrar dagar

Men sleipibáturin lá nakrar dagar og andøvdi í Ålbækvíkini, sunnan fyri Skagen.

Ringa veðrið, sum var í Føroyum seinasta vikuskiftið, var eisini í Danmark.

Sleipingin helt so fram mikukvøldið.

Havrannsóknarskipið verður gjørt liðugt á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála.

Tað skal eftir ætlan verða liðugt og latast landsstýrinum næsta summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946