- Tíðindi, mentan og ítróttur
Liðið er sett: Vatnsdal í verjuni
Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava kunngjørt, hvørjir leikarar skulu taka dystin upp við sponsku heimsstjørnurnr í kvøld.
Gunnar Nielsen verður í mál. Í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen, og í álopinum vera Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóannes Bjartalíð.
Árni Frederiksberg, Rene Shaki Joensen og Hørður Askham byrjaðu inni í dystinum í móti Svøríki, men hava ikki fingið afturval. Síðstnevndi vegna skaða.
Dysturin byrjar klokkan 19.45 og verður hann spældur á Estadio El Molinón í Gijón. Roknað verður við umleið 22.000 áskoðarum til dystin.