Fær betri ull í ár

Fær betri ull í ár
Nógv meiri ull er fyrsta floks í ár enn í fjør
Búnaðarstovan tekur aftur í ár móti ull.
 
29.08.2019 - 13:30

Nógv meiri ull er fyrsta floks í ár enn í fjør.

Ullarmóttøkan hjá Búnaðarstovuni hevur fingið 24,5 tons av ull í ár. Tað eru 2,5 tons minni enn í fjør.

Av tí, sum higartil er skilt, eru 14 tons fyrsti flokkur og 1,3 tons eru annar flokkur.

Sumt er so vánaligt, at tað er vrakað.

Búnaðarstovan letur átta krónur fyri kilo umframt meirvirðisgjald fyri fyrsta floks ull, og 1,20 kr. pluss mvg fyri annan flokk.

Seld í heyst

Tá liðugt er at skilja ullina, verður hon boðin til sølu.

Hóast freistin er farin at lata ull inn, ber til at koma við ull, til liðugt er at skilja. Tað verður okkurt um hálvan september.

Men fólk verða biðin um ringja fyrst, um tey ætla at lata ull. Upplýsingar eru á bst.fo.

Búnaðarstovan sigur, at hon fær okkurt um ein triðing av ullini í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946