- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý feløg vilja koyra buss sunnanfyri

Smápartafelagið Handilshúsið beyð upp á koyringina í Sandoynni. Partafelagið Suðuroyarleiðin og smápartafelagið Suðuroyar Bygdaleiðir vilja sleppa at koyra í Suðuroynni.
Suðuroyar Bygdaleiðir hava eisini tilboð upp á koyringina í báðum oyggjum. Landsstýrið hevur avgjørt, at Sandoyggin skal verða eitt menningarøki fyri grønari orku.
Varandi orka
Bussarnir í Sandoynni skulu tí koyra við varandi orku. Tey, sum ætla sær at koyra við bussum í Sandoynni, avgera sjálvi, hvat slag av grønari orku, bussarnir brúka.
Men hugt verður eftir, hvussu nógv CO2 útlát kemur frá koyringini, og hvaðani orkan kemur. Tilboðini upp á koyringina hjá Bygdaleiðum verða nú greinað og viðgjørd í einum arbeiðsbólki.
Úrslit verður almannakunngjørt í seinasta lagi fríggjadagin 30.august, siga Strandfaraskip landsins. Koyringin í Sandoynni og í Suðuroynni varð boðin út av nýggjum hálvan juli, tí fyrra útbjóðingartilfarið var ikki í lagi.