- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantic Airways eitt flogfar afturat
Atlantic Airways eitt flogfar afturat
Flogfarið, eitt Airbus 320neo, kemur til Føroya í mai

14.08.2019 - 07:23
Næsta ár fær Atlantic Airways eitt flogfar aftrat. Tá telur flotin fýra flogfør, føroyska flogfelagið eigur trý flogfør í dag. Talan verður um eitt flogfar av slagnum Airbus 320neo, sum kemur til Føroya í mai.
Samstundis sum Atlantsflog kunnger hetta, boðar felagið frá, at tey hava gjørt trý ára samstarvsavtalu við donsku ferðaskrivstovuna Primo Tours, soleiðis at Atlantic Airways eisini vinnur pening upp á nýggja flogfari í lágárstíð.
Nýggja flogfarið fer at flúgva úr Danmark til ymisk ferðamál sunnanfyri í lágárstíð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV