Minni frá alingini meira frá fiskivinnuni

Minni frá alingini meira frá fiskivinnuni
Alivinnan rindaði minni og fiskivinnan meira í landskassan í fjør, sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um munin millum játtan og frávik
Tøkan hjá alingini í fjør var minni enn mett, tá fíggjarlógin varð gjørd.
 
09.08.2019 - 12:02

Alivinnan rindaði minni og fiskivinnan meira í landskassan í fjør, sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um munin millum játtan og frávik.

Loyvisgjald á alivinnu gav 23,6 milliónir krónur minni enn tær 160 milliónirnar, sum standa í fíggjarlógini.

Orsøkin er minni tøka enn mett, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita úr landsstýrinum.

Fiskivinnan rindaði meira enn mett.

Á kontuna avgjald á fiskatilfeingi komu 11,3 mió. kr. meira enn tær 292 milliónirnar, sum eru í fíggjarlógini.

Nógvir pengar frá fiskivinnuni

Orsøkin er rætt og slætt fleiri pengar enn mett frá avgjaldi og uppboðssølu.

Partafelagsskatturin gav minni enn mett í fjør.

Í fíggjarlógini eru 395 milliónir. Men inntøkan var minni enn tað, hon var 12,1 millión minni, tá kommunurnar høvdu fingið sín part.  

Teir nógvu bilarnir, sum nú eru í Føroyum, síggjast eisini aftur í inntøkunum hjá landskassanum.

Skrásetingargjaldið gav 21,2 milliónir meira og vegskatturin 6,5 milliónir meira enn mett í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097