Fáa nógv við línu bæði her og har

Fáa nógv við línu bæði her og har
Norsku línuskipini, sum royna undir Føroyum, hava sera góðan fiskiskap, og føroysk línuskip fáa eisini nógv í útlendskum sjógvi
Frystilínuskipið Klakkur hevur góðan fiskiskap á Flemish Kap
 
07.08.2019 - 12:21

Tey fáa tíggju tons um dagin, tað mesta er longa. Ólavsøkuaftan fór línuskipið Geir at sigla heim. Skipið hevði óføran góðan fiskiskap undir Føroyum. 

Hann hevði 444 tons, tá hann fór. Tað mesta var longa, 230 tons, 130 tons vóru brosma og 17 tons vóru toskur. Geir var ein mánað í føroyskum sjógvi.

Føroysk frystiskip hava eisini góðan fiskiskap í øðrum sjógvi. Klakkur er á Flemish Kap. Hann byrjaði fiskarí har 23. juli og hevur nú 230 tons av toski. 

Toskur á Flemish Kap 

Føroyar hava fingið 450 tons av toski á Flemish Kap í býtisavtalu við ES.

Og hesi 450 tonsini verða latin fólki ella felag, sum 31. desember 2017 hevði veiðiloyvi til pelagiskan fisk í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Klakkur hevur fingið tey 450 tonsini.

Eivind kom undir Eysturgrønland í gjár, har Føroyar kunnu fiska tosk og brosmu. Eivind boðaði Vørn frá, at hann fekk tíggju tons í gjár, nógv tað mesta, níggju tons, eru toskur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097