- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB hevur fimm landsliðsleikarar
20 spælarar eru tiknir út at umboða føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti til EM-undankappingardystirnar í móti Wales og Hvítarusslandi sum mánaðarskifti august-september.
HB hevur flestar leikarar, fimm í tali.
Fýra av teimum, John Petersen hevur sent boð eftir, spæla uttan fyri Føroyar, tríggjar í Danmark og ein í Norra.
Hesar eru Monika Biskopstø, Lív Arge Poulsen, Ásla Johannesen og Rebekka Eschen Danielsen.
Tað var á tíðindafundi í FSF-húsinum í Gundadali í morgun, at John Petersen kunngjørdi, hvørjar spælarar, hann vildi hava við til dystirnar í móti Wales og Hvítarusslandi.
Fyrri dysturin, sum er í móti Wales, verður á Tórsvølli 28. august, seinni dysturin á útivølli tann 3. september í móti Hvítarusslandi.
Hópurin er hesin:
Málverjar:
Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Verjuleikarar:
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby (Danmark)
Rebekka Eschen Danielsen, Hinna IF (Norra)
Rakul V Magnusen, (EBS/Skála)
Katrina Akursmørk, KÍ
Miðvallarar:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jacobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)
Sara Samson Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Áleyparar:
Sarita Maria Mittfoss, B36
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Benbakoura, HB