- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir fótbóltsdystir í dag
Tríggir fótbóltsdystir í dag
Tríggir dystir í 17. umfari í bestu mansdeildini í fótbólti hjá monnum verða spældir í dag
04.08.2019 - 13:18
Klokkan 15 spælir Víkingur móti NSÍ, Skála tekur á heimavølli ímóti AB, og á Eiði spæla EB/Streymur og TB.
Hinir báðir dystirnir í hesum umfarinum verða spældir ímorgin.
Klokkan 18 verður grannauppgerð millum HB og B36.
Í annaðkvøld klokkan 19 spæla ÍF og KÍ í Fuglafirði.
Undan hesum umfarinum liggur Víkingur á odda í Betri-deildini við 35 stigum. B36 er á øðrum plássi, við einum dysti færri, við 34 stigum og HB er á triðja plássi við 33 stigum.
Vit fylgja teimum trimum dystunum í útvarpssendingini Bólturin, sum byrjar klokkan 14:45.
Eingin dystur í Betri-deildini hjá kvinnum er hetta vikuskiftið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV