- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygdargrunnur ikki fyri føroyskar ferðir

Føroyskar ferðaskrivstovur kunnu bara vera limir í danska Rejsegarantifonden, um tær selja ferðir sínar til danir, sum ferðast úr Danmark.
Tá ferðin byrjar í Føroyum, og hon verður seld í Føroyum, tekur Rejsegarantifonden ikki við.
Tí ferðaskrivstovur í Føroyum, sum selja ferðir í Føroyum, kunnu ikki vera limir í Rejsegarantifonden, sigur Christian Ejholm Hansen hjá Rejsegarantifonden við Útvarpið.
Tó eru Smyril Line og Atlantic Airways limir, men tað er tí, at feløgini hava skrivstovur í Danmark og selja ferðir í Danmark.
Í Føroyum er ikki, sum í flestu øðrum londum í Evropa, nakar grunnur, sum loftar ferðafólki, tá ferðaskrivstovur fara í gjaldsteðg og á húsagang.
Christian Ejholm Hansen sigur, at Rejsegarantifonden hevur fingið nógvar fyrispurningar úr Føroyum seinastu dagarnar.