Lættari at koma til Føroya at arbeiða

Lættari at koma til Føroya at arbeiða
Tað skal gerast lættari hjá fyritøkum, at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til
 
01.08.2019 - 08:17

Nú tað stundir til løgtingsval, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at skipanin, við frammanundangóðkenning av fyritøkum, at seta í starv útlendska arbeiðsmegi, verður víðkað.

Fleiri vinnur hava trupult við at fáa arbeiðsmegi. Tað ber sum er longu til, at fáa fólk til Føroya at arbeiða úr øðrum ES-londum uttan stórvegis hóvasták, um arbeiðsloysið í vinnuni er lægri enn 3,5 prosent. 

Men Føroya Arbeiðsgevarafelag vil hava hesa áseting víðkaða til at umfata øll lond. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at 3,5 prosent markið verður tikið burtur.

Gamalt ynski hjá vinnuni

Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivar, at "Arbeiðsloysið í ES er eisini lágt, og tí er ikki líka nógv, sum eru áhugað í, at fara uttanlands at arbeiða."

Føroyskum vinnulívi tørvar lættari atgongd til arbeiðsmegi yvirhøvur. Hetta er eitt gamalt ynski hjá vinnuni til politisku skipanina, sum nú verður dustað av aftur. 

Til løgtingsvalið í 2015 ynskti Føroya Arbeiðsgevarafelag, at 3,5 prosent markið skuldi takast burtur. Tá var arbeiðsloysið í Føroyum umleið trý prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878