11 heiðursmerkir fimta dagin

bannari
11 heiðursmerkir fimta dagin
Næstseinasta dagin á Oyggjaleikunum fingu Føroyar tríggjar gull, fýra silvur og 4 bronsur
 
11.07.2019 - 19:43

Fyrsta gullið í dag kom tá Føroyar vann gull í liðkappingini í judo. Føroyar vunnu sannførandi á Saarema í finaluni.

Hitt gullheiðursmerkið kom á skjóting, har Alex Johannesen vísti sera høgt støði, og tryggjaði Føroyum fyrstu gullheiðursmerki í trap og setti samstundis nýtt Oyggjaleikamet.

Føroyar vóru í fýra hálvfinalum í badminton, men føroysku badmintonleikararnir vunnu onga hálvfinalu, og tí gjørdist tað til fýra bronsur til Føroyar. Tríggjar í einmansleiki og ein í blandaðum tvímansleiki.

Í svimjingini vóru Føroyar við í øllum kappingum. Vár fekk sítt 6. gullmerkið í dag, og tað var eisini tað einastu gullið, sum svimjarnir vunnu í dag. Umframt eitt gull, so fingu svimjarnir fýra silvur.

Tórur Mortensen setti eitt nýtt føroykst met á 100 metrum tá hann fekk eitt fimta pláss við tíðini 11,12. 

Umframt heiðursmerkir og met, so skrivaðu kurvabóltslandsliðið søgu. Sigurin á Álandi var tann fyrsti sigurin nakrantíð. Føroyar vunnu 76 - 34.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168