- Tíðindi, mentan og ítróttur
FSF vil hýsa EM-endaspæli
Fótbóltssamband Føroya hevur sent inn umsókn um at hýsa endaspælinum hjá U19 dreingjum í ungdómskappingini hjá UEFA í 2021 og 2022.
Kappingin fevnir um Evropameistarakappingina hjá U19 og U17 hjá kvinnum og monnum.
17 lond, - m.a. Føroyar, hava víst áhuga fyri at hýsa kappingini, og evstamark at søkja um vertskap var 28. juni.
Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sigur, at FSF hevur sent umsókn, men ikki er greitt, um Føroyar lúka allar treytirnar.
Eitt nú skulu fýra leikvøllir verða, sum bara skulu brúkast til kappingina hetta tíðarskeiðið.
Føroyar hava bert tveir fótbóltsvøllir at vísa á, - Tórsvøll og á Svangskarði.
Kristin Dam Ziska sigur, at hóast vit ikki lúka allar treytirnar, so hevur FSF góðar vónir til at gerast vertir fyri U19 kappingini hjá dreingjum.
24. september kunngerð UEFA, hvørji lond verða vertir.