Kvoturnar tær somu hóast nógv størri ráðgeving

Kvoturnar tær somu hóast nógv størri ráðgeving
Føroyar, Noreg og ES eru eisini samd um at senda ICES umbøn um ráðgeving um nýggja umsitingarætlan fyri makrel
Londini í makrelsemjuni broyta ikki kvoturnar, hóast ráðgevingin hjá ICES er dupult so stór.
 
18.06.2019 - 12:39

Londini, sum eru í makrelsemjuni, eru samd um ikki at broyta kvoturnar í ár, sigur føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson.

Føroyar, Noreg og ES hittust í London hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku at viðgera kvoturnar, nú ráðgevingin hjá ICES er broytt.

Grønland sendi eisini fólk á fundin, men tað gjørdu Ísland og Russland ikki, hóast tey vórðu boðin.    

ICES hevur meira enn tvífaldað sína ráðgeving um makrel í ár.

Dupult so stór

Fyrra ráðgevingin var, at ikki er ráðiligt at fiska meira enn 318.000 tons á okkara leiðum í ár.

Nú er ráðgevingin hjá ICES 770.000 tons.

Føroyar, ES og Noreg, sum eru samd um makrelbýtið, hava givið sær góð 650.000 tons í ár, hóast ráðgevingin hjá ICES tá var 318.000 tons.

Og tey 650.000 tonsini verða standandi eftir fundin í London.

Men tá hini londini, Grønland, Ísland og Russland, eru tald við, eru kvoturnar størri enn ráðgevingin hjá ICES er nú.

Makrelsemjan

Tey trý londini eru tó ikki við í makrelsemjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í London á Grækarismessu í 2014.

Tann semjan varð longd í fjør og er tí eisini galdandi fyri 2019 og 2020.

Í nógv ár hevur makrelveiðan verið nógv størri enn ICES hevur mælt til, so makrelur úr átta londum í landnyrðings-partinum av Atlansthavinum mistu MSC góðkenningina fyri fyrst í mars í ár.

Fáa kanska MSC aftur

Makrelur verður sambært MSC ikki fiskaður burðardygt og kann tí ikki fáa MSC stemplið longur.

Men nú kvoturnar ikki eru hækkaðar, er møguleiki fyri, at MSC góðkenningin fæst aftur, tí fiskað verður burðardygt. 

Føroyar, Noreg og ES vórðu eisini samd um at senda ICES umbøn um ráðgeving um nýggja umsitingarætlan fyri makrel, sigur Herluf Sigvaldsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151