Sarah Sanders fer úr Hvítu húsunum

Sarah Sanders fer úr Hvítu húsunum
Talskvinnan hjá Donaldi Trump forseta, Sara Huckabee Sanders, gevst sum talskvinna í Hvítu Húsunum
 
14.06.2019 - 10:37

Sanders tók við starvinum sum pressu-talsfólk í Hvítu húsunum í juli 2017, og hon hevur síðani tá verið eitt av tættastu starvsfólkunum hjá Trump. Sanders er triðja kvinnan í amerikanskari søgu, sum hevur havt starvið sum pressutalsfólk.

Í nógv umrøddu Múller-frágreiðingini kom fram, at Sanders hevur játtað fyri kanningarfólkunum, at hon ikki altíð hevur sagt sannleikan í tíðini sum pressutalskvinna, skrivar New York Times. Tá at Donald Trump sendi fyrrvernadi stjóran í FBI, James Comey, til hús, segði Sara Sanders, at hon hevði tosað við fleiri starvsfólk í FBI, sum vóru nøgd við avgerðina hjá Trump. 

Men seinni skal hon hava játtað, at hendan útsøgnin hevði ikki hald í veruleikanum.

- Eg segði tað í orrustuni tá, segði Sanders, tá hon varð sett andlit til andlits við lygnina í sendingini Good Morning America, skrivar New York Times.

Trump hevur enn ikki boðaði frá, hvør tekur við starvinum hjá Sanders.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944