- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjóborg siglt á oljuboripall

Veitingarskipið Sjóborg hjá Skansi Offshore, sigldi í nátt á oljuboripallin Statfjord A í Norðsjónum, skrivar orkufelagið Equinor í tíðindaskrivi.
Sjóborg er nú á veg til Noregs. 276 fólk vóru á Statfjord A, tá óhappið hendi. Fólkini verða nú flutt til aðrar pallar í Norðsjónum.
12 mans við skipinum
Sjóborg arbeiddi við Statfjord A, tá óhappið hendi klokkan knappliga eitt okkara tíð í nátt. 12 mans eru við Sjóborg. Skaðin, sum Statfjord A fekk, verður nú kannaður.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore, sigur at enn vita tey ikki hví skaðin er hendur, men at tað verður farið undir at kanna nú.
Hoyr meira í samrøðuni við stjóran á Skansi Offshore, sum var í útvarpstíðindunum klokkan 8 í morgun, her.