Fólkatingið: Aðru ferð, tey ungu fáa grundlógina

bannari
Fólkatingið: Aðru ferð, tey ungu fáa grundlógina
Eins og í 2015 hava ungir føroyingar, sum skulu velja fyrstu ferð, fingið grundlógina sendandi frá Fólkatinginum
Øll ung í ríkisfelagsskapinum, sum skulu velja fyrstu ferð, hava fingið plakat og grundlóg sendandi
Mynd: Brynhild Thomsen  
 
03.06.2019 - 10:15

Øll ung í Føroyum, sum skulu greiða atkvøðu á fyrsta sinni til fólkatingsval, hava fingið pakka sendandi frá Fólkatinginum við m.a. grundlógini.

Hetta er aðru ferð, at hetta verður gjørt, sigur Søren Væver, samskiftisstjóri í Fólkatinginum.

 Fólkatingið samtykti í 2005 at senda grundlógina við viðmerkingum til allar statsborgarar í ríkisfelagsskapinum, tá tey fyltu ár 18. Í 2015 bleiv hetta broytt soleiðis, at grundlógin bleiv send beint frammanundan vali saman við einum tilmæli til tey ungu um at brúka sín nýggja atkvøðurætt, sigur samskiftisstjórin í skrivligum svari til Kringvarpið.

Átakið ger mun

Søren Væver, samskiftisstjóri í Fólkatinginum, sigur, at tey í sambandi við kommunuvalið í Danmark í 2013 staðfestu, at hetta átakið ger mun og fær valluttøkuna hjá ungum upp.

Bakgrundin fyri hesi royndini var álitið hjá Valrættarnevndini í 2011, sum vísti, at nýggir ungir veljarar í stóran mun ikki brúktu sín valrætt, og granskingin vísti eisini, at sannlíkindini eru stór fyri, at tey, sum ikki brúka sín valrætt tvær tær fyrstu ferðirnar, gerast sofa-veljarar, sigur Søren Væver.

Í 2015 varð grundlógin eisini send øllum nýggjum veljarum - eisini í Grønlandi og í Føroyum, skrivar samskiftisstjórin í Fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151