- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost: Amøban funnin - men einki AGD-útbrot

Bakkafrost hevur eisini staðfest laksasjúkuna AGD í sínum aliringum; men alifyritøkan hevur ikki upplivað sama sjúkuútbrot sum Luna gjørdi í fjør heyst.
Tað sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen. AGD er ein táknusjúka, sum rakar laks. Hon stavar frá amøbum, sum seta seg í táknirnar og gevur bruna, so at laksurin hvalist.
Hon hevur herjað í heitari sjógvum í fleiri ár; men hevur spakuliga nærkast Føroyum. Sjúkan varð fyrstu ferð staðfest í 2014, og í fjør heyst rakti hon Luna meint.
>> SÍ EISINI Luna misti virði fyri 50 mió. kr. av laksasjúku
Alt í alt kostaði AGD-útbrotið eini 50 milliónir krónur, metir Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum mátti taka laks úr aliringunum áðrenn tíð.
Luna hevur tí fingið loyvi frá Vága Kommuna at leiða feskvatn frá Høssá út í aliringarnar at reinsa laksin í heyst fyri amøbuni.
Tað vísir seg, at amøban kann reinsast av laksinum við feskvatni - og eins og við lúsuni. Bakkafrost viðger eisini laksin við feskvatni - ikki úr áum - men frá tænastuskipunum - eitt nú brunnbátum.