- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partafelagið Seta strikað í partafelagsskránni
Partafelagið Seta strikað í partafelagsskránni
Partafelagið Seta, sum átti garnaskipið Anitu, er nú farið í søguna

Anita varð tikin í 2014 fyri at hava ov nógv gørn.
28.05.2019 - 12:15
Partafelagið Seta, sum átti garnaskipið Anitu, er nú farið í søguna.
Felagið er strikað í partafelagsskránni.
Hesum boðaði Skiftirætturin frá í gjár. Felagið er strikað 10.mai.
Seta verður viðgjørt sum trotabúgv í Skiftirættinum.
Anita varð seld fyri 14,7 milliónir krónur í mars í ár.
Seld til Spania
Eitt reiðarí í Vigo í Spania, sum eitur Worldwide Fishing Company, keypti Anitu.
Skipið er ikki longur undir føroyskum flaggi.
Søgan um partafelagið Setu og garnaskipið Anitu byrjaði 11.februar í 2014, tá Anita misti ein mann.
Síðani varð skipið tikið fyri at hava ov nógv gørn.
Anita varð løgd í Spania eftir tað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV