- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løkke vitjar KOKS og Bakkafrost undir valstríðnum
Løkke vitjar KOKS og Bakkafrost undir valstríðnum
Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstraflokkinum í Danmark, vitjar í Føroyum fríggjadagin 31. mai

28.05.2019 - 14:29
Valstríðið til fólkatingið er í hæddini, men sitandi forsætisráðharrin í Danmark kemur kortini til Føroya at hava politiskan almennan fund.
Fundurin verður í Östrøm í Havn fríggjadagin klokkan 14, og øll eru vælkomin. Síðan gongur leiðin inn á Glyvrar til Bakkafrost, har aliídnaðurin er á skránni.
Vitjanin hjá Lars Løkke Rasmussen endar á KOKS, har ferðafólkavinnan og matstovuvinnan verða uppi at venda.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV