- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar formaður og stjóri í íslendskum felagi

Jens Meinhard Rasmussen er nú formaður í nevndini hjá oljufelagnum Skeljungi í Íslandi.
Partaeigarnir i Skeljungi høvdu fund í gjár.
Sambært fráboðan, sum er send keypsskálanum í Reykjavík, er vinnulívsmaðurin og íleggjarin Jón Ásgeir Jóhannesson komin í nevndina hjá Skeljungi.
Hann er nú næstformaður í nevndini.
Jón Ásgeir Jóhannesson er komin í nevndina, tí kona hansara, Ingibjörg Stefanía Pálmadóttir, hevur keypt stívliga tíggju prosent í felagnum.
Ata Maria Bærentsen varð afturvald í nevndina hjá Skeljungi í gjár.
Skeljungur er móðurfelag hjá oljufelagnum P/f Magn i Føroyum. Skeljungur eigur Magn hundrað prosent.
Stjórin er tann sami í báðum feløgunum, Hendrik Egholm.