- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valevnislistarnir skulu vera inni í dag
Valevnislistarnir skulu vera inni í dag
Klokkan 18 í kvøld skulu valevnislistar til fólkatingsvalið vera inni

25.05.2019 - 09:18
Valevnislistarnir til Fólkatingsvalið skulu vera inni í dag. Klokkan 18 í kvøld er seinasta freist at lata valnevndini listarnir við valevnum.
Fyri at stilla upp til fólkatingsvalið skal eitt valevni stilla upp fyri ein flokk, sum á seinasta vali varð valdur í løgtingið og framvegis situr har, ella kunnu valevni stilla upp á uttanflokkalista.
Fólkatingsval verður 5.juni, sum eisini er grundlógardagur. Miðflokkurin stillar ikki upp til fólkatingsvalið, men hinir flokkarnir, sum eru í løgtinginum, stilla allir upp. Sostatt eru tað seks flokkar, ið stilla upp til fólkatingsvalið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV