- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallur ársins leikari
Føroyski landsliðsleikarin, hallur Hansson, var gjárkvøldið kosin ársins leikari hjá AC Horsens farna kappingarár.
Tað skrivar felagið á Instagram vanga sínum her.
yvirlivdi
AC Horsens endaði í niðaru helvt í bestu fótbóltsdeildini í Danmark. og hevur tí spælt fyri varðveita plássið í deildini komandi kappingarár.
Tað eydnaðist teimum, meðan Vejle Bóltfelag, liðið hjá Viljormi Davidsen flytur niður.
Hallur Hansson kappaðist við Mads Juel Andersen og Michael Lumb um heiðurin.
Landsdyst
Næst á skránni hjá Halli er landsdysturin móti Spania 7. mai.
landsliðið verður úttikið týsdagin í komandi viku.
Hallur Hansson hevur verið fastur maður á liðnum, tá skaðar ikki hava darvað. Sum skilst eru Hallur Hansson og Horsens enn í samráðingum um nýggjan sáttmála.