Útboðið eigur at verða útsett

Útboðið eigur at verða útsett
Vinnuhúsið heitir nú á Samferðslumálaráðið um at útseta útboðið av Bygdaleiðum í eitt ár
 
22.05.2019 - 09:08

 Orsøkin til, at Vinnuhúsið nú heitir á Samferðslumálaráðið um at útseta útboðið, er óvissan um koyringina í Eysturoyartunlinum, sum eftir ætlan verður liðugur í desember í 2020.

Fleiri fyritøkur, sum røkja busskoyring, hava vent sær til Vinnuhúsið í sambandi við útbjóðingina av koyringini hjá Bygdaleiðum, sum eftir ætlan skal koma í gildi í mai næsta ár, og verða galdandi í sjey ár.

Freistin er á middegi 13. juni

Vinnuhúsið sigur í áheitanini á landsstýrismannin í samferðslumálum, at tað tykist at vera óumhugsað, at koyringin hjá Bygdaleiðum er boðin út nú so stutt fyri, at koyrandi verður í Eysturoyartunnlinum.

Eingin ivi er um, at tunnilin fer at hava stóra ávirkan á, hvat tørvurin verður á hvørjari leið, til dømis støddin á bussunum. Tað er sera trupult hjá fyritøkunum nú at leggja upp fyri broytta samferðslumynstrinum, sum tunnilin ivaleyst fer at elva til, sigur Vinnuhúsið.

 >> SÍ EISINI Eiga at útseta útboðið í eitt ár

 Mett verður eisini, at broytta samferðslumynstrið ávirkar, hvørjar íløgur hóska til koyringina fyri og eftir, at tunnilin er latin upp, sigur Vinnuhúsið.

Vinnuhúsið heitir á Samferðslumálaráðið um at útseta útboðið av bygdaleiðum í umleið eitt ár, soleiðis at tað ber til at síggja, hvussu broytingin við Eysturoyartunlinum fer at ávirka tørvin hjá teimum ferðandi. 

 Hetta hevði bøtt munandi um grundarlagið hjá bussfyritøkunum at geva eitt dygdargott tilboð, sigur Vinnuhúsið í áheitanini á Samferðslumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151