- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB er í finaluni
HB er í finaluni
HB vann í Klaksvík og tryggjaði sær pláss í steypafinaluni
22.05.2019 - 20:43
Annað árið á rað hevur HB tryggjað sær pláss í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Undan seinnu hálvfinaluni í kvøld var greitt, at endaði dysturin 0-0, so kom KÍ í finaluna, tí fyrra hálvfinalan endaði 1-1.
Nógv bendi eisini á, at tað skuldi blíva úrslitið, tí tá bara ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini, var støðan framvegis 0-0.
Men tá 89 minuttir vóru spældir skoraði Ari Mohr Olsen týdningarmikla málið fyri HB, sum sendir teir víðari í finaluna.
Í morgin skal hin finalisturin finnast, tá Víkingur og Skála spæla seinnu hálvfinaluna í Gøtu.
Fyrra hálvfinalan ímillum tey bæði endaði við 1-1 javnleiki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV