- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annar finalisturin verður funnin í kvøld
Í kvøld klokkan 18.00 dystast KÍ og HB um eitt finalupláss í kappingini um Løgmanssteypið.
Fyrra hálvfinalan endaði 1-1. Simen Sandmæl legði KÍ odda, tá 31 minuttir vóru spældir, men tá 49 minuttir vóru farnir javnaði Ari Mohr Olsen.
Liðini møttust eisini sunnudagin í tíggjunda umfari í Betrideildini. HB vann greiðan 4-1 sigur, eftir at hava verið á odda 3-1 í hálvleikinum.
Liðini hava spælt ein dyst í Klaksvík í ár. Tað var í fyrsta umfari í Betrideildini.
Dysturin endaði við málleysum javnleiki.
Dysturin ímillum KÍ og HB byrjar klokkan 18.00.
Útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum.
Hin hálvfinalan verður spæld í morgin. Tá spæla Víkingur og Skála í Gøtu.
Fyrra hálvfinalan ímillum Skála og Víking endaði við 1-1 javnleiki.