Sild flutt frá í fjør

Sild flutt frá í fjør
Føroysk skip kunnu fiska 115.515 tons av norðhavssild í ár
Sildastimi.
 
17.05.2019 - 10:07

Føroysk skip kunnu fiska 115.515 tons av norðhavssild í ár.

Harafturat koma 2.613 tons, sum eru flutt til í ár, tí tey ikki vórðu fiskað í fjør.

Tað hevur Fiskimálaráðið kunngjørt.

51.493 tons verða latin teimum, sum høvdu rætt til at fiska eginkvotu í fjør.

Føroyingar kunnu fiska norðhavssild í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES-sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum. 

Føroyskur sildafiskiskapur í ES-sjógvi er í ár avmarkaður til í mesta lagi 4.500 tons.

45.699 tons eru sett av til uppboðssølu í ár, 10.596 tons til menningarkvotur, 3.700 tons eru sett av til vinnuligar royndir og 300 tons til hjáveiðu av norðhavssild í føroyskum sjógvi hjá føroyskum skipum, sum royna eftir uppsjávarfiski.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151