Herða reglurnar eftir atsókn

Herða reglurnar eftir atsókn
Facebook fer at herða reglurnar fyri at nýta Facebook Live, har til ber hjá brúkarum at vísa videoinnihald beinleiðis á sosiala miðlinum
 
15.05.2019 - 17:32

Tað upplýsir Facebook í dag. Boðini koma samstundis sum fleiri av heimsins leiðarum hittast í París at viðgera spurningin um harðskap og víðgongt innihald á sosialum miðlum. 

Millum teirra, sum verða á fundinum í dag, eru franski forsetin, Emmanuel Macron, og nýsælendski forsætisráðharrin, Jacinda Adern.

– Eitt stig á røttu leiðini

Adern hevur funnist hvassliga at Facebook, í kjalarvørrinum av atsóknini at tveimum moskum í nýsælendska býnum Christchurch, sum kravdi 51 mannalív. Ein partur av atsóknini varð sendur á Facebook Live.

Varastjórin í Facebook sigur, at í framtíðini verður ein persónur, sum til dømis deilir eitt leinki við eini útsøgn frá einum yvirgangsbólki, forðaður at brúka Facebook Live eina tíð. 

Hetta er eitt stig á røttu leiðini, sigur nýsælendski forsætisráðharrin. Umboð fyri tøknirisarnar, Facebook, Google, Microsoft og Twitter, eru eisini við á toppfundinum í París í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946