Tig og koyr bil byrjar í morgin

Tig og koyr bil byrjar í morgin
Ráðið fyri Ferðslutrygd fer í morgin undir átakið "tig og koyr bil"
 
28.04.2019 - 11:09

Ráðið fyri Ferðslutrygd vil steðga gáloysni í ferðsluni. Tað vil siga at steðga øllum tí, tú gert í bilinum, sum einki hevur við koyringina at gera.

Ráðið fyri Ferðslutrygd leggur serliga dent á telefonnýtsluna í hesum átakinum, at tosa í telefon, skriva sms boð og annað, meðan ein koyrir bil.

Eingi hagtøl eru

Eingi hagtøl eru fyri, hvussu nógv ferðsluóhapp- ella vanlukkur eru orsakað av gáloysni, tí tað verður ikki skrásett.

Men sambært eini Gallup-kanning, sum Ráðið hevur umbiðið, siga 85 prosent av teimum spurdu, at gáloysni hevur stóran týdning fyri talið av álvarsligum ferðsluvanlukkum.

Meira enn sætti hvør av teimum spurdu sigur seg tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra í minsta lag tvær til fýra ferðir um vikuna.

Løgreglan verður partur av átakinum og fer komandi tríggjar vikurnar at gera kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni.

Hava gjørt slikkipinnar til átakið

Serligir slikkipinnar við boðskapinum Tig og Koyr eru gjørdir til endamálið.

- Vit lata slikkipinnarnar við einum skálkabrosi, tí so stappar mann slikkipinnin í munnin, meðan mann koyrir. Koyr, meðan tú koyrir bil, tig og ikki tosa í telefon, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur boðið kommununum at luttaka í átakinum. 15 kommunur hava játtað at vera við at lata slikkipinnar og klisturmerki og harvið deila boðskapin út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109