- Tíðindi, mentan og ítróttur
Niðurskorið Dannebrog ikki meldað
Niðurskorið Dannebrog ikki meldað
Politiið ger einki við ella veit einki um flaggið hjá Ríkisumboðnum, sum varð skorið niður í gjár, flaggdagin
Mynd: Wikimedia Commons
26.04.2019 - 12:44
Tað ger politiið ikki av teirri einføldu orsøk, at hendingin er ikki fráboðað. Hon er ikki skrásett hjá politinum.
Meðan flaggdagshaldið var í miðbýnum Havn seinnapartin í gjár, fór eitt fólk inn í garðin hjá Ríkisumboðnum og skar Dannebrog, sum har veittraði eins og undanfarnar flaggdagar, niður, skrivaði in.fo í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV