Biogassverk hevur nú fingið tvær góðkenningar

Biogassverk hevur nú fingið tvær góðkenningar
Biogassverkið, sum partafelagið Førka, Føroysk náttúrorku, ætlar at byggja á Skarðshjalla í Hoyvík, hevur nú eisini fingið umhvørvisgóðkenning
Biogassverkið skal byggjast á Skarðshjalla í Hoyvík
 
26.04.2019 - 12:14

Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á at seta virkinum krøv um, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið og, at ampar av lukti og óljóði vera so smáir sum gjørligt, sigur Umhvørvisstovan, sum hevur latið góðkenningina.

Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna í unhvørvismálum, Sirið Stenberg. Kærufreistin er til 22. mai. Kærurætt hava tey, sum avgerðin um umhvørvisgóðkenning hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. 

Fyrst í hesum mánaðinum gav Umhvørvisstovan biogassverkinum umhvørvisárinsgóðkenning. Umhvørvisstovan góðkendi umhvørvisárinsmetingina um biogassverkið. Freistin at kæra ta avgerðina er til 1. mai.

Tekur mykju og súrløgu 

Biogassverkið hjá Förka, sum er dótturfelag hjá Bakkafrosti, fer at taka neytamykju frá landbúnaðinum og súrløgu av laksi og skarni frá smoltstøðum. Verkið hevur fingið umhvørvisgóðkenning til at taka móti upp til 50.000 tonsum av lívrunnum tilfari um árið. 

Vanliga fer verkið at vera opið allar yrkadagar. Men er tað neyðugt vegna serligar umstøður í alivinnuni, kann virkið taka í móti størri nøgdum av súrløgu í vikuskiftum. Á verkinum verður ein 1000 rúmmetra ídnaðartangi til súrløgu.

Verkið fer at gera biogass alt árið. Tað hevur ein gassmotor, sum ger ravmagn burtur úr biogassinum so hvørt. Hitin frá gassmotorinum kann brúkast til fjarhita ella til onnur endamál.  Harafturat kann viðgjørda tilfarið brúkast til tøð í landbúnaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946