- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vandi fyri verkfalli
Skalt tú flúgva við SAS fríggjadagin ella nakrar dagar seinni, so er at fylgja væl við tíðindunum í næstum og kanska fyrireika teg til, at flogtúrurin møguliga verður avlýstur.
Flogskipararnir hjá SAS í Norðurlondum hava boðað frá verkfalli fríggjadagin, eftir at samráðingarnar við felagið slitnaðu fyrst í mánaðinum.
Ósemja um arbeiðstíðirnar
Ósemjan snýr seg millum annað um arbeiðstíðirnar. Meginparturin av flogskiparunum hava ov lítið innlit í og ávirkan á, nær ella hvussu leingi teir skulu arbeiða.
Tað sigur formaðurin í danska flogskiparafelagnum, René Arpe, í tíðindaskrivi.
– Tað einasta, flogskipararnir oftast vita um sína arbeiðstíð fyri næsta mánaðin er, at teir bara hava frí eitt vikuskiftið. Í ringasta føri kunnu teir verða noyddir at arbeiða sjey vikuskifti á rað. Tað er ikki nøktandi, sigur formaðurin víðari í skrivinum.
Samskiftisleiðari: Einki at óttast
Roynt verður at finna eina semju komandi dagarnar; men eydnast tað ikki, so er vandi fyri, at SAS-flogførini vera standandi á norðurlendsku flogvøllunum.
Tey, ið skulu flúgva við skandinaviska flogfelagnum, SAS, í næstum, hava tó einki at óttast fyri, spyrt tú samskiftisleiðaran hjá SAS.
– Vit eru altíð fyrireikað í einum flogfelagi, har alt kann henda, sum vit mugu taka hædd fyri. Men vit vænta eina avtala, sigur Mariam Skovfoged, samskiftisleiðari hjá SAS.