Neistin kann vinna FM í kvøld

Neistin kann vinna FM í kvøld
Neistin er ein sigur frá at blíva føroyameistari í hondbólti. Tann sigurin kann vinnast í kvøld
 
22.04.2019 - 00:22

Spenningurin er stórur undan fjórðu FM-finaluni í manshondbólti, sum verður í høllini á Hálsi í kvøld.

Undan dystinum hevur Neistin vunnið tvær finalur. H71 hevur vunnið eina.

Tí er greitt, at um Neistin vinnur í kvøld, so eru teir bláu føroyameistarar fyri fyrstu ferð síðan 2011.

H71 vann FM bæði í 2017 og í fjør, og vinna hoyvíkingar í kvøld, verður neyðugt við einari fimtu og avgerandi finalu.

Fjórða FM-finalan ímillum Neistan og H71 byrjar klokkan 19.00. Kringvarpið stroymir dystin beinleiðis á kvf.fo

Finaluúrslitini higartil

31.03.2019 H71-Neistin 28-30 (24-24)
03.04.2019 Neistin-H71 23-32
18.04.2019 H71-Neistin 26-28

Innanhýsis úrslit í landskappingini

30.09.2018 H71-Neistin 19-25
28.11.2018 Neistin-H71 26-26
20.01.2019 H71-Neistin 22-22

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944