Mjølnir er føroyameistari

Mjølnir er føroyameistari
Mjølnir er føroyameistari í flogbólti hjá monnum, eftir at liðið úr Klaksvík vann eina spennandi finalu móti Fleyr úr Havn.
Mjølnir fegnast um føroyameistaraheitið
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
20.04.2019 - 17:53

Mjølnir tryggjaði sær sítt fyrsta føroyameistaraheiti síðan 2004 og harvið eisini greipuna, tá liðið vann 3-1 á Fleyr í seinnu FM-finaluni.

Finalan í høllini á Hálsi var bæði jøvn og spennandi, men tað vóru favorittarnir úr Klaksvík, sum drógu longra stráðið.

Fleyr, sum mátti vinna dystin í dag, byrjaði annars dystin betur og vann fyrsta sett. Síðan kom Mjølnir fyri seg, og hóast lítið og einki var ímillum liðini, tók klaksvíksliðið tey bæði næstu settini.

Í fjórða og avgerandi settinum hevði Fleyr ikki minni enn fimm dystarbóltar, men Mjølnir yvirlivdi, og so kundi Steffan Olsen avgera fyri ovurfegnu norðoyingarnar.

Mjølnir - Fleyr 3-1
27-29
28-26
25-22
28-26

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308