Nú er Mjølnir stórfavorittur

Nú er Mjølnir stórfavorittur
Tað skal vilja illa til, um klaksvíkingar ikki skulu vinna sítt fyrsta FM-heitið í mansflogbólti í 15 ár
 
19.04.2019 - 15:27

Eingin hevði roknað við øðrum enn, at Mjølnir fóru at vinna fyrru finaluna. Og tað var júst tað sum hendi.

Tað, sum kanska kom óvart á var, at klaksvíkingar ”bara” vunnu við trimum settum móti einum – og at trý tey fyrstu settini gjørdust so jøvn, sum tey gjørdust.

Mjølnir hevur havt eitt serliga gott kappingarár í ár. Liðið vann allar sínar dystir fram til byrjanina av mars mánaði, og hevur verið klárt tað besta liðið í landskappingini, har klaksvíkingar endaðu meira enn 20 stig frammanfyri Fleyr, sum teir nú hitta í finalunum.

Tann fyrri dysturin var leiktur í gjár, skírisdag, og hann endaði við 3-1 sigri til Mjølnir. Settmunurin var 29-27, 23-25, 27-25 og 25-19, og tað vil siga, at munurin millum liðini var minni enn hann annars hevur verið.

Fyri Mjølnir hevur sigurin í gjár tað við sær, at liðið nú er so tætt uppá sum nakrantíð at vinna meistaraheitið aftur, fyri fyrstu ferð síðan 2004. Tað vil siga, at klaksvíkingar standa á gáttini til at vinna sítt fyrsta meistaraheiti í 15 ár.

Hjá Fleyr er støðan lítið mætari í so máta. Seinast Fleyr var meistari var í 2006, og tað vil siga, at tað eru 13 ár síðan Fleyr hevur vunnið meistaraheitið seinast. Hesi árini síðan 2006 eru tað bara ÍF og SÍ, sum hava vunnið. ÍF hevur vunnið FM sjey ferðir síðan 2006 og SÍ fimm ferðir.

Seinna finalan millum Mjølnir og Fleyr verður í Stórhøllini á Hálsi í morgin, páskaaftan, klokkan 15. Endar tann dysturin við, at Fleyr vinnur, so skal finalan avgerast við einum gullsetti, sum verður leikt eina løtu eftir, at finaludysturin er liðugur.

Kringvarpið stroymir finaluna hjá monnum á heimasíðuni í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835