- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veiðigjøld á skeivum grundarlagi
Veiðigjøld á skeivum grundarlagi
Uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um veiðigjøld byggir á skeivt grundarlag, sigur grannskoðanarvirkið Januar
09.04.2019 - 12:08
Tað hevur Vinnunevndin hjá løgtinginum fingið at vita í dag frá grannskoðanarvirkinum Januar. Virkið sigur, at lógaruppskotið byggir á greining, sum Januar gjørdi fyri árini 2013 til 2017.
Hendan roknskapargreiningin er brúkt sum grundarlag undir lógaruppskotinum. Men hon hann ikki brúkast til hetta, sigur Januar í brævi til Vinnunevndina.
Greiningin er als ikki gjørd við tí endamáli at verða brúkt sum grundarlag undir veiðigjøldum. Hon er ikki egnað til tess.
Januar biður um fund við Vinnunevndina. Januar sigur, at virkið bleiv heldur ikki spurt, um roknskapargreiningin kundi brúkast. Hetta er átaluvert, sigur Januar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV