- Tíðindi, mentan og ítróttur
Funningsfjarðarvegurin verður ikki breiðkaður

Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Bill Justinussen, Magnusi Rasmussen og Kára P. Højgaard, løgtingsmonnum, um at breiðka vegin til Funningsfjarðar.
Meirilutin í Fíggjarnevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, mælir til at samtykkja uppskotið, og skrivar í álitinum, at vegurin er høvuðsferðsluæðr til bygdirnar Gjógv, Funning, Funningsfjørð og Elduvík.
Í Funningsfirði er stórt vinnuligt virksemi, sum hevur nógva tunga ferðslu við sær. Elduvík og Gjógv eru millum mest vitjaðu ferðamál. Nógvir bussar, fullir av ferðafólki, koyra alt summarið til hesar bygdirnar.
Fleiri víkipláss gerast
Men minnilutin, sum eru samgonguumboðini, mælir frá at samtykkja uppskotið, hóast tey halda, at vegurin ikki er tíðarhóskandi, nú ferðslan á leiðini er økt.
Sambært minnilutanum í Fíggjarnevndini, hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at Landsverk hevur fingið boð um beinanvegin at fara undir at gera ábøtur. Eitt nú skulu fleiri víkipláss gerast.
Eisini hevur landsstýrismaðurin upplýst fyri Løgtinginum, at tað verður arbeitt við verkætlanini at breiðka vegateinin.